December 15 2019 06:41:04
News Photos Forum Search Contact History Linkbox Calendar
 
View Thread
Gongumenn | General | General Discussion
Grizlas
Thomsen Climate Change

User Avatar

General

Group: Administrator, Klikan, Regulars, Outsiders
Location: Denmark
Joined: 08.06.06
Posted on 11-03-2019 23:58
Frá facebook:

Jogvan Thomsen Í 1960-unum var tað “overpopulation” sum fór at fáa heimin at ganga undir. “The population explotion”, sum rakstrarrópið var. Allur heimurin fór at svølta í hel seinast í 1980-unum, var breiða undirtøkan hjá frøðingunum.

Í 1970-unum (tá heimurin hóast alt megnaði væl og virðiliga at framleiða ríkiligt av mati) vóru allir frøðingarnir á einum málið um, at heimurin var á veg inn í eina nýggja ístíð. Norðara hálva fór øll at liggja undir ísið, eisini Føroyar, og tvinga øll at búgva um Ekvator fyri at yvurliva.

Í 1980-unum bleiv tað so til “Acid rain” sum fór at drepa okkum øll, nú ístíðin ikki kom kortini. Minnist tú Blade Runner filmin? Tað var eitt tema har eisini. Hvat bleiv av hesum syruregni, sum allir frøðingar vóru samdir um fór at gerða enda á jørðini?

Fyrst í 1990-unum var tað so hol í ozonlagnum, sum fór at gerða tað ógjørligt at liva. Ja, heimurin fasaði Freon og onnur gass út í vesturheiminum, men ikki úr Afrika, Asia og Suðuramerika (ella Føroyum!). Hóast bert hesa partvísu banning av skaðiligu evnunum, blivu holini í ozonlagnum heil aftur, meðan nýggj hol komu og fóru, uttan ávirkan frá menniskjum (ups!).

Í seinnu helvt av 90-unum, bleiv tað so til “the Greenhouse Effect”, sum øll gransking var samd um, fór at enda heimin. Tá tað so bleiv mótprógva, fekk tað bert navnið “Global Warming” og mediasirkussi helt áframm. Sambært nokk best kenda talaranum innan hetta økið, skuldu pólanir blíva heilt ísfríir seinast í 2013.

Tá tann forsøgnin um doom and death eisini bleiv avdúkað sum BS, bleiv tað bert umdoypt til “Climate Change” og “Extreme Weather”, hóast vit hava færri ógvuslig ódnarveður í heimshøpi nú enn áður, færri fólk enn nakrantíð doyggja av veðrinum (hóast støðugt økt fólkatal!) og veðurbroytingarnar faktiskt økja um landmassu av nógvum oyggjasamfeløgum.

Og so CO2!
Tær tíðir, har CO2 er økt munandi, er lívmargfeldni eisini økt munandi kring heimin. Høgt CO2 førir til øktan plantuvøkstur, sum aftur førir til økt djóralív, sum aftur førir til broyting innan lívstíl og migratión hjá menniskjum og djórum, søguliga altso.
Hví skal eg trúgva alarmistunum og SOMU FRØÐINGUM, sum nú rópa um enn eitt “doom, doom, doom” scenario?

Har eru mótprógv, prógv um ógegniga fígging, mangul upp á prógv, mangul upp á veðurfrøðingar á “ALL scientists agree” listanum, ein blacklisting av frøðingum ið tala ímóti, ein boomandi peningaídnaður innan CO2-kvotur og “klima syndarfyrigeving”, umframt ein klokkuklár politisk samantvinning av klimahysterínum og nýmarxistiskum politikki.
Follow the money and influence.


You want to tempt the wrath of the whatever from high atop the thing?

Send Private Message
Grizlas
RE: Thomsen Climate Change

User Avatar

General

Group: Administrator, Klikan, Regulars, Outsiders
Location: Denmark
Joined: 08.06.06
Posted on 12-03-2019 00:07
Í 1960-unum var tað “overpopulation” sum fór at fáa heimin at ganga undir. “The population explotion”, sum rakstrarrópið var. Allur heimurin fór at svølta í hel seinast í 1980-unum, var breiða undirtøkan hjá frøðingunum…Í 1970-unum (tá heimurin hóast alt megnaði væl og virðiliga at framleiða ríkiligt av mati) ..”


Hettar er púra rætt. Tað var early days fyri umhvørvisvísundina, og nakrir vísundamenn fóru rættiliga nógv for langt í teirra dómadagsframtíðarscenarium. Heilt sikkurt nakað sum er vert at kritisera.

(1970) vóru allir frøðingarnir á einum málið um, at heimurin var á veg inn í eina nýggja ístíð. Norðara hálva fór øll at liggja undir ísið, eisini Føroyar, og tvinga øll at búgva um Ekvator fyri at yvurliva.


Hettar er harafturímóti skeivt. Í 70’ segði meginparturin av vísindafólkum at heimurin fór at gerast heitari, ikki kaldari kelda: https://www.skepticalscience.com/ice-age-predictions-in-1970s.htm

Í 1980-unum bleiv tað so til “Acid rain” sum fór at drepa okkum øll, nú ístíðin ikki kom kortini. Minnist tú Blade Runner filmin? Tað var eitt tema har eisini. Hvat bleiv av hesum syruregni, sum allir frøðingar vóru samdir um fór at gerða enda á jørðini?


Haldi ikki tað var ein sovorin dómadagsmynd sum tú leggur fram her, men eftirtíðin hevur víst, at her yvirreageraði man nakað, hóast okkurt gott kom burtur úr tí. Sýruregn er fyri tað mesta svávul og nitrogen, og tað er eitt kent – veruligt - fyribrygdi. Orsaka av at fólk gjørdu vart við acid rain, so fingu kolverk installerað scrubbarar, osv. Og tí hava vit lítið og einki ”acid rain” á okkara leiðum longur, tó so, at stórir havnabýir enn eru raktir av hesum trupulleikanum.

Fyrst í 1990-unum var tað so hol í ozonlagnum, sum fór at gerða tað ógjørligt at liva. Ja, heimurin fasaði Freon og onnur gass út í vesturheiminum, men ikki úr Afrika, Asia og Suðuramerika (ella Føroyum!). Hóast bert hesa partvísu banning av skaðiligu evnunum, blivu holini í ozonlagnum heil aftur, meðan nýggj hol komu og fóru, uttan ávirkan frá menniskjum (ups!).


Ozonlagið er framvegis undir hóttan fra CFC gassum. Veit ikki rættiliga hvat tú skipar til her – heldur tú ikki at tað er nakar samanhangur millum CFC útlát og hol í ozonlagnum? Hettar er annars rættiliga væl staðfest. Haldi vit eru farin at fokusera uppá onnur ting í dag, tí vit halda, at vit hava ”loyst” trupulleikan við ozonlagnum. Tað hava vit kanska, men tað kann skjótt ganga hin vegin. Men sum heild má sigast, at Montreal protokollin ímóti CFC gassum er ein sólskynssøga, og vísir hvat ber til, tá lond standa saman um at loysa ein felags trupulleika. So, bara super, at vísundafólk róptu varskó tá, annars hevði heimurin kanska verið ørvisi í dag.

Í seinnu helvt av 90-unum, bleiv tað so til “the Greenhouse Effect”, sum øll gransking var samd um, fór at enda heimin. Tá tað so bleiv mótprógva


Kenni einki til at hettar nakrantí er mótprógva. Kelda?

fekk tað bert navnið “Global Warming” og mediasirkussi helt áframm. Sambært nokk best kenda talaranum innan hetta økið, skuldu pólanir blíva heilt ísfríir seinast í 2013.
Tá tann forsøgnin um doom and death eisini bleiv avdúkað sum BS, bleiv tað bert umdoypt til “Climate Change” og “Extreme Weather”,


Fyri tað fyrsta, so er Al Gore ein politikari, og ikki umboðandi fyri vísundina. Hann tosaði um havísin, og ikki sjálvar pólarnar. Hann segði at tað var ein ”góður tjansur fyri” at havísurin var horvin um summari í 2013. Hettar var ikki ein pástandur sum vísundin stúðlaði uppundir tá. Tó skal sigast, at tað er væl staðfest, at havísurin er minkandi, og allarhelst fer at hvørva innan leingi. Akkurát nær, er ringt at spáa um. Tvs. Haldi ikki tú kannst siga at tað at havísurin minkar er BS. Hettar við, broyting av heitum er heldur ikki rætt. Bæði heitini vera nýtt í dag, tí tey merkja ymisk ting. Hvis nakað, so er tað hin vegin, eftirsum ein climate change skeptikari gjørdi focus groups, og fann útav at ”Climate Change” var minni scary enn ”Global Warming”. Kelda: https://www.skepticalscience.com/climate-change-global-warming.htm

” hóast vit hava færri ógvuslig ódnarveður í heimshøpi nú enn áður, færri fólk enn nakrantíð doyggja av veðrinum (hóast støðugt økt fólkatal!) ”


Hettar er eisini skeivt. Hendan kanningin sum tú skipar til her, er fullkomiliga burturvið, tí hon telur ikki kuldadeyða við. Kelda: https://tallbloke.wordpress.com/2017/08/06/bjorn-lomborg-flawed-climate-mortality-study-excludes-deaths-from-cold/

”og veðurbroytingarnar faktiskt økja um landmassu av nógvum oyggjasamfeløgum.”


Hettar er eisini skeivt. Haldi at tú skipar til, at man hevur mált at nakrar atollir í stillahavinum hava fingið 3% meira landmassa seinastu árini. Hettar merkir bara, at støðan í stilla havinum er meira kompleks enn bara at snúgva seg um havstand. Havstandurin er eisini vaksin í stilla havinum, so tú kannst neyvan siga, at tað eru veðurlagsbroytingarnar sum eru orsøkin til vaksandi landmassan, men heldur, at landmassin veksur hóast veðurlagsbroytingar.

Og so CO2!
Tær tíðir, har CO2 er økt munandi, er lívmargfeldni eisini økt munandi kring heimin. Høgt CO2 førir til øktan plantuvøkstur, sum aftur førir til økt djóralív, sum aftur førir til broyting innan lívstíl og migratión hjá menniskjum og djórum, søguliga altso.”


Og? Veit ikki rættiliga hvat tú meinar við, men eg giti tú roynir at siga, at eftirsum hettar er soleiðis søguliga, so bilar tað einki at CO2 økist? Hettar er púrasta skeivt. At CO2 økjist so knappliga sum tað ger nú, hevur við sær eina knappliga broyting, heldur enn eina spakuliga broyting. Skjótar veðurlagsbroytingar stava søguliga frá útlaið av drívhúsgassum, og hava altið verið sera skaðiligar fyri ta lív sum tá var. Kelda: https://www.skepticalscience.com/climate-change-little-ice-age-medieval-warm-period.htm

Hví skal eg trúgva alarmistunum og SOMU FRØÐINGUM, sum nú rópa um enn eitt “doom, doom, doom” scenario?


Tí 1. Vit vita meira um hettar í dag. Veðurlagsvísundin hevur ment seg munandi síðani 60’ini, og 2. tað hevur hjálpt heiminum at lurta fyrr (vit stegðau acid rain og seinkaðu/vendu gongdini við ozonlagnum) og 3. Tí tað kostar relativt lítið at gera nakað við hettar.

”Har eru mótprógv”


Har eru eingi mótprógv. Kelda?

”prógv um ógegniga fígging”,


Har eru eingi prógv um ógegniga fíggjing. Kelda?

”mangul upp á prógv, mangul upp á veðurfrøðingar á “ALL scientists agree” listanum, ein blacklisting av frøðingum ið tala ímóti, ein boomandi peningaídnaður innan CO2-kvotur og “klima syndarfyrigeving”, ”


Bara tí at onkur stendur einsamallur ímóti nógvum, so eru teir ikki altíð hetjan. Onkuntíð eru tað bara idiotar, hóast vit hava hug at halda við martyrinum og the underdog. Men ok, kelda til hettar?

”umframt ein klokkuklár politisk samantvinning av klimahysterínum og nýmarxistiskum politikki.
Follow the money and influence.”


Klokkuklár simpulthen. Kelda?

Samanumtikið, so er uml 80% skeivt í hesum innleggjinum. Har er nakað av sannleika innímillum, men sum heild er tað heilt við síðuna av.



You want to tempt the wrath of the whatever from high atop the thing?

Send Private Message
Vuzman
RE: Thomsen Climate Change

User Avatar

Admiral

Group: Klikan, Outsiders, Administrator, Regulars
Location: Copenhagen, DK
Joined: 10.06.06
Posted on 12-03-2019 11:00



When I kill her, I'll have her
Die white girls, die white girls

http://flickr.com/photos/heini/ Send Private Message
Roffen
RE: Thomsen Climate Change

User Avatar

Veteran

Group: Regulars
Location: Copenhagen
Joined: 13.11.06
Posted on 16-03-2019 11:44
hahaha, hatta er totalt plettskot! Virkuliga gott og spot on,Vuzman smiley



Send Private Message
Jump to Forum:
Back to front page