Flatskatturin samtyktur
Posted by Jogvanth on December 23 2011 14:50:56
Við triðu viðgerð í Løgtinginum í dag, bleiv broytta uppskotið um flatskatt samtykt, við 18 atkvøðum fyri, 14 ímóti og einari blankari.
Hettar merkir, at ein samgongulimur ikki atkvøddi fyri uppskotinum, men atkvøðugreiðslan er ikki løgd út á neti enn, so til ber ikki at siga hvør tað var.
Extended News

Broytingin í uppskotinum er, at inntøkumarkini eru lækkaði, so fólk koma at gjalda 5% eyka longu við 500.000, heldur enn sum fyrst ætlað 600.000 og 10% eyka við 800.000, heldur enn sum fyrst ætlað 1.000.000.
Hettar var gjørt, fyri at fíggja eina øking í barnafrádráttinum á 1.000 krónur fyri hvørt barnið. Annars er uppskot við at blíva orðað, har barnafrádrátturin verður broyttur til eitt útgjald heldur enn frádrátt.
Nú er so bert triða viðgerð eftir av uppskotinum at skatta pensiónir við inngjald, so eru týdningarmestu málini hjá samgongunið komin ígjøgnum, og verða klár at seta í verk til 1. januar komandi.