Hægstirættur metur online-poker verða ólógligt!
Posted by Jogvanth on September 09 2009 14:54:10
Hægstirættur í Danmark, hevur tikið avgerð í einum rættarmálið, har ein 34-ára gamal dani er dømdur sekur eftir §203 í donsku revsilógini, um at hava havt poker (og harvið hasard) sum høvuðsvinnu.
Maðurin fekk eina bót áljóðandi 5.000,- krónur og hald bleiv lagt á 194.000,- krónur, ið hann segði seg hava vunni í poker á alnótini. Bótin á 5.000,- krónur fall tó burtur við dóminum, men so skal maðurin gjalda sakarkostnaðin ístaðin.
Extended News

Dómarin metti, at hóast servarin, ið maðurin hevði spælt poker á, lá í einum landi har internet-poker er lógligt, so hevði maðurin broti §203 í donsku revsilógini um hasard, við at hann hevði brúkt eina teldu í Danmark til at spælt poker á hesum servarum við.
Eftir hettar metir Vagn Greve, ein serfrøðingur í danskari lóggávu, at alt pokerspæl í Danmark er ólógligt, tí at hettar kann metast sum eyka inntøka og tí kann metast sum vinna.
Av tí at einki mark er sett fyri hvussu stóra upphædd ein kann vinna lógliga, so verður mett, at alt poker kemur at liggja undir hesum dóminum, so at øll ið framyvir spæla poker í Danmark eru at meta sum lógbrótarir og kunnu straffast eftir §203.