| Forum Threads | |
| Random Photo | |
| Member Poll | |
|
| Comments |
on September 27 2011 17:35:08
Hvat hendi við at lova okkum at rætta fyrst? :/ |
on September 27 2011 18:08:59
Griz - I was thinking the same thing, when I saw it on Vagaportal. |
on September 27 2011 18:38:48
I remember getting an essay back from Hanus in high school. He had written a grade of 8 and in parenthesis he had written (11 - 3 ) which meant 11 for content and -3 for spelling. In other words; My Faroese grammar has always been crap.
But...
Even I can see that this thing has a million errors in it? Unless this is some way of appealing to potential voters, I suggest you make use of the quite substantial resources available to you through this site before your next article. Some pointers for next time:
(please correct me if I'm wrong, guys)
bundið hevur ð, óbundið hevur ikki ð
hvørjunfall hevur ikki ð!
hevur xxx skal hava ð, td borið gingið fingið tikið etc.
gevst nú við at brúka orðið "okkara" alla somlu tíðina. Tað er ikki en prædika og tú ert ikki prestur. Greinin kundi verið skrivað betri heilt uttan brúk av "okkara".
tú fært 6 frá mær; 10 fyri innihald og -4 fyri stavseting! |
on September 27 2011 18:48:30
Áhugaverdur máti at seta tað upp.
Tíverri eri eg ikki samdur í metingini av innihaldinum. Mær plagar annars at dáma væl greinarnar hjá JT.
Eitt 3 frá mær - 7 fyri innihald og -4 fyri staving eftir gamla 13-skalanum.
EDIT:
Tað er unfair at kritisera eina grein uttan at siga meiri ítøkiliga, hví mær ikki dámar hana.
Grizlas var eitt sindur inni á málburði og sovorði, og eg eri púra samdur. Eg haldi, at ofta kunnu valgreinar býtast í 3 flokkar:
1. Politikarin loftar einum háaktuellum máli og skundar sær at viðmerkja tað.
2. Politikarin kemur við kritikki av einum mótstandara ella svarar aftur kritikki
3. Generellar observatiónir og yvirskipað politisk mál.
1 og 2 eru ofta skundaðar og skrivaðar "in the heat of the moment", so tí er stílurin ofta sekunderur og krøvini til málburð ikki so høg. Men tá ein grein er í kategori 3 (sum tín), eru krøvini til rættskriving, stíl, málburð, retorikk o.s.fr. rættiliga høg, tí skrivarin hevur ikki skrivað undir tíðarpressi og roynir at formulera tankar og meiningar, ið liggja honum nær og neyvan eru broytt í fleiri ár.
Fyri at grundgeva fyri, hví eg meti hesa greinina at liggja á einum lægri støði enn tíni vanligu avrik, kann eg nevna hesi høvuðspunkt:
Typiskur fólkafloksretorikkur - í stóran mun ein endurtøka av úttalilsum hjá Jørgeni Niclasen seinastu vikurnar. Tónin er ofta niðrandi/niðurgerandi móti alternativum meiningum og brúkar sterk orð.
Tilsipingin til Javnaðarflokkin og vinstravongin fór "whoosh", tí eg skilti ikki ein pinn av tí (men tað virkar eitt sindur Breckmanskt).
At hoyra kritikk av plenuklipparanum og áheitan at velja Fólkaflokkin í sama reglubroti ljóðar løgið, tí Annfinn Kallsberg, Jørgen Niclasen & Co. eru í mínum hugaheimi teir føroysku politikararnir, ið í størsta mun umboða plenuklipparabúskap.
P.S. "Øll virðisøkingin, ið hevði kunna givið landið og borgarum okkara millióna, um ikki milliarda virðir meira enn uppboðsøluvinningin, liggur av makrelsamgongunar hondum hjá útlendingum. " - hvør skuldi gjørt hesa virðisøking? Føroyskir pengar at keypa útgerð og etablera infrastrukturin? Føroysk arbeiðsfólk at arbeiða sesongarbeiði? |
on September 27 2011 22:33:05
Annars enn eingin viðmerking komin á Vágaportalinum. Er tað ikki eitt sindur óvæntað? Slíkar greinar plaga ofta at verða viðmerktar og kjakaðar - og Thomsen er ofta mitt í rokanum.
Hevur tú annars fingið nakað feedback? |
on September 27 2011 22:58:30
Setningar sum "kinesiskar slavulønir" og "glantrileikur makrelsamgongunar" gera at eg ikki kan taka greinina í álvara.
Og hvussu hevur tú roknað hettar: "...geva fólkinum eina krónu við høgru hond, meðan tey krevja fimm krónur frá vinnulívinum við vinstru hond, so kemur einstaki borgarin at gjalda einar átta krónur eyka..."? |
on September 28 2011 08:49:53
Eitt avtrat: Tá fólk vanliga skriva lesarabrøv vænti eg at tey hava okkurt at fortelja mær. Eg kan vera samdur ella ósamdur men í minsta lagi er okkurt evni uppi at venda.
Men so skjótt eitt val er á kalendarinum skriva allir politikarnir valgreinar, sum í grundini ikki siga annað en "stemma uppá okkum, ikki hinar". Tað fær tað at síggja út sum politikarir ikki hava nakra meining um nakað, og ikki eru intresseraðir í dialogi, inntil teir hava brúk fyri mínari stemmu beint uppundir val.
Hvat halda hinir? Lesa tit valgreinir og hava tær ávirkan á tykkum? |
on September 28 2011 08:56:55
Lemjandi tæsk! Brúka okkum sum rættlestur, tað sum word ikki fangar!
Ja, greinin kemur at liggja fleiri tímar og bíða eftir fyrsta 'rættlestrinum' men tað er vert tað, nú yvir 30 dagar eru eftir til val.
Innihaldsmessiga, so eri eg einigur við Torellion um at tveita ódokumenteraðar pástandir út ikki hjálpir trúðvirðinum.
Eitt sum brennir mítt eyga er brúkin av orðinum 'fólkinum' ljóðar so kommunistiskt! brúka orð sum veljari ella borgari ístaðin. |
on September 28 2011 10:36:26
Samdur við tykkum.
Nú byrjar tú sum eitt óskrivað blað í føroyskum politikki, sum eg síggji tað so ger tú akkurát sum restin av politikkarunum við "stemma uppá okkum, ikki hinar" og peikifingursyndrominum sum allir politikkarar hava. At tú er nýggjasti peikifingur á lista A, fær tú nokk ikki nógvar atkvøður fyri. |
on September 28 2011 13:44:00
Ikki gott
- eg uppdagaði akkurát, at hetta eru link-comments.
Tí er hetta sjónligt fyri øll vitjandi.
Møguliga átti onkur at flutt hetta kjakið yvir í forum-tráðin, og so kann Jogvanth strika linkið. |
on September 28 2011 13:48:57
Her kemur ongantið nakar
Men tað setur spurningin um ikki øll síðan bara skuldi verið members only |
on September 28 2011 15:32:16
Ikki ein gong Jogvanth kemur her longur |
on September 28 2011 18:08:35
Samdur við nakað av kritikkinum.
Hendan greinin bleiv skrivað eitt sindur í skundi, fyri at fáa hana út til fjølmiðlarnar áðrenn val bleiv útskrivað. Áðrenn val útskrivað = gratis, eftir val er útskrivað = ca. 1.250,- krónur pr. miðil.
Til Laluu: Greinin er kanska í stóran mun Fólkafloksretorikkur, men eg eri uppstillaður fyri Fólkaflokkin, so tað er eitt sindur mute.
Eg meti annars ikki greinina verða ein endurtøka av tí hjá Jørgen, tí eg tosi um at broyta gomlu skipanina og opni fyri samstarvi um tað. Jørgen meira tvíheldur um gomlu skipanina. Tað er har eg havi roynt at sett meg sum eitt millumting.
Mítt álop á vinstraveingin kemur sum aftursvar til fleiri álop frá vinstrafólkum, ið meta progressiva skattastigan sum tað einasta brúkbara og sum siga "tá vit ikki kunnu skatta borgarin meira, so mugu vit bara skatta vinnurnar tað eyka". Hettar hevði uttan iva kunna verið formulerað betri, men again, time was against me.
Er tað ikki bara gott at eg geri upp við politikkin sum tú forbindir við Kallsberg og Niclasen? Míni politisku hugskot til at umskipa almenna geiran eru als ikki líka sum førdi politikkurin higartil, og tí meti eg tað verða eyðsæð at sparka handan plenuklipparan eitt vist stað.
Har eru fleiri virkir kring landið, ið hava umskipa framleiðslukervi til makrel. Hesi hava bara ikki fingi nakran makrel, tí tað er farið til t.d. Lafayette í staðin. Einki arbeiði, ongar lønir og eingin virðisøking = ein missur í samfelagsinntøkum.
Eg havi fingi okkurt feedback, mest á Facebook, men einki í mun til vanligt. Tað vísur eisini at hendan greinin ikki var á vanliga støðinum hjá mær.
Glantrileikur er nú ikki orðið eg valdi, men bleiv sett inn í rættlestrinum. Um vinnan skal skattast meira, so má vinnan eisini fáa meira inn fyri tað somu vørunøgd = vøran gerst dýrari. Tá vinningur vanliga verður roknaður í prosentum av kostvirðinum, so er eyðsæð at vøran gerst munandi dýrari fyri forbrúkarin at keypa/brúka enn annars. Veruligi taparin verður tá altíð forbrúkarin og serliga í láglønta endanum. Spesifikka krónudømi er bert eitt dømi.
Eg haldi meg júst hava roynt at opna fyri dialogi og møguligum samstarvi (uttan við Javnaðin) við at mæla til endurnýggjan av fiskidagaskipanini.
Roffen, eg stilli upp fyri "Fólka"flokkin. Nú alt er á gosið við "ogn Føroya Fólks" og so víðari, er hettar formuleringin sum øll brúka nú.
"If it ain't broke, don't fix it" tykist verða moralurin. Eg má vísa á hvat er galið, fyri at siga hvussu eg vil fixa tað.
Annars eri eg ikki alt ov ofta inni her longur, men tað er tí at eg ikki havi so góða tíð til tað. |
|
|
| Post Comment |
Please Login to Post a Comment.
|
|
|
| Login | |
Forgotten your password? Request a new one here.
|
| |
| Last Seen Users | |
| Obituaries | |
You must login to post a message.
|
| |
|