November 22 2024 03:01:11
News Photos Forum Search Contact History Linkbox Calendar
 
View Thread
Gongumenn | Elysium | Elysium
8
Jogvanth
Reglugerð til Elysium

User Avatar

General

Group: Klikan
Location: Hoyvík
Joined: 08.06.06
Posted on 30-01-2007 07:16
Viðtøkur felagsins:



§1: Endamál felagsins
Stk. 1: Endamálið við felagnum er: at samla brettspæl-, rolluspæl- og serkortspælsáhugaði í­ einum felagi fyri at røkja felags áhugamál, at arbeiða fyri samskipan kring landið, at skipa fyri felagstiltøkum og kappingum.
Stk. 2: Navn felagsins er Elysium.
Stk. 3 Felagið er stovnað tann 00. 00. 0000.(Fyrsti aðalfundur)
Stk. 4: Felagið hevur skrivstovu í­ Tórshavn.
Stk. 5: Felagið skal við sí­num endamáli, ikki hava handilslig áhugamál, við vinningi fyri eygað.
Stk. 6: Felagið skal ví­sa seg sum eina góða fyrimynd fyri spæliáhugaði.
Stk. 7: Felagið leggur seg eftir at halda galdandi lógir og reglur í­ samband við felagstiltøk.





§2: Limaskapur
Stk. 1: Tey, sum kunnu gerast limir, eru einkultpersónar í­ hava fylt 16 ár ella eldri, ið stuðla endamálinum hjá felagnum.
Stk. 2: Um tað eru 25 limir á sama økið, skullu stig takast til at stovna lokalfelag.
Stk. 3: Nevndin kann strika ein lim – eisini ein nevndarlim – hjá felagnum um fleirtal er fyri hesum, um tað er ví­st, at hesin hevur brotið seg í­móti felagnum ella hevur ví­st ikki í­tróttarligan, ósømiligan ella óvinarligan atburð. Nevndin skal kæra avgerðina til fyrstkomna aðalfund, um avgerðin er endalig.
Stk. 4: Limaskapur er galdandi, tá limagjaldið er goldið.
Stk. 5: Navn og adressa skal verða skrivað í­ limasavn felagsins.
Stk. 6: Limagjaldið er at rokna frá 1. januar til 31. desembur.
Stk. 7: Limagjaldið verður fastlagt á aðalfundinum og verður kravt einaferð árliga innan 1 mai. Um limagjaldið ikki er goldið, tá ið freistin er farin, verður limurin hví­landi limur, og fær ikki
lut í­ tænastum felagsins og hevur ikki atkvøðurætt á aðalfundi. Hevur hví­landi limurin ikki goldið
innan 1 ár, verður limurin strikaður, og eitt eyka tekningargjald verður kravt, tá ið limurin verður uppafturtikin í­ felagið.
Stk. 8: Upphæddin á tekningargjaldinum verður fastløgd á aðalfundinum.
Stk. 9: Fyri at siga seg burtur úr felagnum kann hetta gerast skrivliga pr. 31. desembur.


§3: Aðalfundur felagsins

Stk. 1: Hægsti myndugleiki í­ felagnum er aðalfundurin, sum verður hvørt ár í­ septembur mánaði.
Stk. 2: Nevndin kallar inn til ársaðalfund við brævi ella við lýsing í­ tí­ðindabløðum seinast 14 dagar áðrenn fundin. Lýsingin skal innihalda dagsskránna.
Stk. 3: Dagsskráin til vanligar ársaðalfundir:

1. Val av orðstýrara og skrivara.

2. Val av atkvøðuteljara og staðfesting av gyldigum atkvøðurættum.

3. Staðfesting um fundurin er viðtøkuførur.

4. Frágreiðing formansins.

5. Staðfesting av striking av limum.

6. Leggja fram roknskap til góðkenningar.

7. Innkomin uppskot.

8. Fastleggja limagjald og tekningargjald.

9. Val av nevndarlimum.

10. Val av ymiskum bólkum (webmaster/blað)

11. Val av grannskoðara.

12. Ymiskt

Stk. 4: Uppskot, ið ynskjast viðgjørd á aðalfundinum, mugu vera formanninum í­ hendi seinast 8 dagar áðrenn ársaðalfundin.
Stk. 5: Ongin limur hevur atkvøðurætt fyrr enn viðkomandi er fyltir 18 ár.
Stk. 6: í aðalfundinum hevur hvør limur 1 atkvøðu.
Stk. 7: Orðstýrarin avgerð um aðalfundurin er lógliga fráboðaður og viðtøkuførur. Orðstýrarin avgerð, hvussu atkvøðast skal, men um ein limur ynskir at atkvøðast skal skriftliga, verður hetta gjørt.
Stk. 8: Broytingar til viðtøkunar kunnu gerast á ársaðalfundinum við 75% fleirtal av teimum uppmøttu limunum við atkvøðurætti.
Stk. 9: Allar avgerðir verða tiknar við fleirtali. Við atkvøðu javnleik fellur uppskotið burtur.
Stk. 10: Aðalfundurin er viðtøkuførur um 10 atkvøðubærir limir møta.

§4: Eykaaðalfundur
Stk. 1: Eykaaðalfundur kann einans haldast, um ein meirluti í­ nevndini ynskir hetta, ella 20% av limunum skriftliga ynskja hetta.
Stk. 2. Kravt verður, at teir limir, sum hava
innkallað til eykaaðalfund, hava eitt framsøgufólk.
Stk. 3: Innkallað verður sum í­ Â§ 3.

§5: Nevnd felagsins
Stk. 1: í aðalfundinum velja limir eina nevnd og ein granskoðara.
Stk. 2: Nevndin skal hava 5 limir. Av hesum skulu, so ví­tt møguligt, vera eitt umboð fyri brettspælarar, eitt fyri rolluspælarar og eitt fyri serkortsáhugaðið.
Stk. 3: Nevndin skipar seg sjálva á fyrsta nevndarfundi eftir aðalfundin, og verða valdir í­ nevndarsessin fyri eitt 1 ára skeið
Stk. 4: Nevndarlimir mugu verða fyltir 18 ár.
Stk. 5: Nevndin er viðtøkufør, tá ið minst 2 nevndarlimir og formaðurin eru til staðar, ella 4 nevndarlimir.
Stk. 6: Felagið verður teknað av formanninum og 4 nevndarlimun.
Stk. 7: Formaðurin ella 2 nevndarlimir innkalla til nevndarfund, eftir tørvi.
Stk. 10: Avgerðir verða tiknar við fleirtali.
Stk. 12: Gerðabók verður skrivað, og møguligur minniluti kann krevja at fáa teirra meining í­ fundarfrásøgnina.
Stk. 13: Nevndin hevur ábyrgd av tí­ dagligu leiðsluni av felagnum, samb. viðtøkunum.
Stk. 14: Eingin í­ nevndini kann nýta felagið til handilslig endamál, við egnum vinningi fyri eygað.



§6: Fí­ggjarviðurskiftir

Stk. 1: Fyri at halda útreiðslur felagsins, ásetur aðalfundurin tað árliga limagjaldið.
Stk. 2: Nevndin ásetur eitt innlimingargjald í­ skal góðkennast á aðalfundi.
Stk. 3: Nevndin stovnar neyðugar konti til felagsins tørv.
Stk. 4: Nevndin kann til eina og hvørja tí­ð gera kassaeftirlit.
Stk. 5: Við keyp og sølu av fastogn, ella við lántøku í­ munandi bindur felagið fí­ggjarliga, krevst aðalfundarsamtykt.
Stk. 6: Roknskaparárið er frá 1. januar til 31. desember.
Stk. 7: Kassameistarin førir limasavn, krevur limagjald v.m. og avroknar. Kassameistarin førir leypandi rakstrarrokniskap og ger ein ársrokniskap. Grannskoðarin kannar ársrokniskapin. Kassameistarin leggur rokniskapin fram til góðkenningar á ársaðalfundinum.
Stk. 8: Grannskoðaður roknskapur skal verða greitt uppsettur.
Stk. 9: Felagið bindir seg við undirskrift frá formanninum og kassameistaranum. Fyri at røkja tann dagliga raksturin av felagnum kunnu nevndarlimir í­ samráð við kassameistaranum geva álí­tandi limum fullmakt viðv. konti í­ peningastovnum, og eisini at kvitta fyri inngangandi peningi og lí­knandi.
Stk. 10: Felagið heftir bert fyri sí­nar skyldur við tí­ í­ felagnum til eina og hvørja tí­ð verandi ognir.
Stk. 11: Tað liggur ikki á limum felagsins ella nevnd nøkur persónlig hefting.


§7: Arbeiðsbólkar

Stk. 1: Møguligir arbeiðsbólkar skulu mannast av minst 3 fólkum.
Stk. 2: Møguligar útreiðslur av arbeiðsbólkum, skulu góðkennast av nevndini, áðrenn goldið verður.


§8: Avtøka

Stk. 1: Avtøka av felagnum kann bert gerast, um nevndin framleggur hetta á ársaðalfundinum, og hetta uppskotið verður viðtikið við minst 85% av teimum givnu atkvøðunum.
Stk. 2: Við avtøku av felagnum, avgerð aðalfundurin, hvussu møguligar ognir skulu avhendast, tó skal hetta vera til eitthvørt vælgerandi endamál.



Soleiðis viðtikið á stovnandi aðalfundi tann _____-____-________.



Edited by Jogvanth on 30-01-2007 11:16
www.gongumenn.com Send Private Message
Torellion
RE: Reglugerð til Elysium

User Avatar

Regular

Group: Klikan
Joined: 08.06.06
Posted on 30-01-2007 12:17
I was promised a chance to invade Belgium.
Why is there no mention of building a tank and invading Belgium?



Send Private Message
Roffen
RE: Reglugerð til Elysium

User Avatar

Veteran

Group: Regulars
Location: Copenhagen
Joined: 12.11.06
Posted on 30-01-2007 12:45
Hatta sær ok út hjá tykkum, eg legði merki til onkra eitt sindur óheldiga orðing. Viðtkurnar mugu nokk til ein sakførara at hyggja uppá, so man kann tryggja sær at tað er ordiligt.
Eg liggi inni við viðtøkunum hjá H71 og Havnar Bowlingfelag. Tað er sjálvandi ikki tað sama, men gott at halda seg til og fáa innskot til, um okkurt manglar, sum man ikki hevur hugsað um. Eg skal royna at finna tað framí­ kvøld og samanbera tað við hesar samtyktirnar.



Send Private Message
Jogvanth
RE: Reglugerð til Elysium

User Avatar

General

Group: Klikan
Location: Hoyvík
Joined: 08.06.06
Posted on 30-01-2007 21:26
Att: Torellion (Sshhh, stick to the plan!)

Att: Roffen: Havi brúkt viðtøkurnar hjá Føroya MC og Tórshavnar RC felag sum "modell" til hesar viðtøkurnar.



www.gongumenn.com Send Private Message
Jogvanth
RE: Reglugerð til Elysium

User Avatar

General

Group: Klikan
Location: Hoyvík
Joined: 08.06.06
Posted on 02-02-2007 09:31
Roffen, hvussu gekk at samanlí­kna?



www.gongumenn.com Send Private Message
Roffen
RE: Reglugerð til Elysium

User Avatar

Veteran

Group: Regulars
Location: Copenhagen
Joined: 12.11.06
Posted on 03-02-2007 15:19
Tað gekk slett ikki smiley Eg havi opinbart rudda upp, so nú finni eg slett ongi pappí­rir.

Hava tit fingið sent nakað til útvarpið um fundin ? Eg kann seta eitt skjótt tí­ðindaskriva saman, kanska tað kann koma við til tí­ðindi í­ kvøld ella í­ morgin. smileysmiley


edit: Blah... eg havi tosað við Jákup... nú bleiv tað so seint, og onki er sent til útvørpini, so tað verður allarhelst av ongum. Nøstu tí­ðindi hjá íšF er sunnudagin kl. 14smiley



Edited by Roffen on 04-02-2007 01:52
Send Private Message
Jogvanth
RE: Reglugerð til Elysium

User Avatar

General

Group: Klikan
Location: Hoyvík
Joined: 08.06.06
Posted on 03-02-2007 17:46
Ring til Jákup. Hann er samskipari.



www.gongumenn.com Send Private Message
Roffen
RE: Reglugerð til Elysium

User Avatar

Veteran

Group: Regulars
Location: Copenhagen
Joined: 12.11.06
Posted on 14-02-2007 14:22
Hetta er so tað fyrsta uppskotið til reglugerð. Tann endaliga reglugerðin varð góðkend á stovanndi aðafudninum og er til rættlesing.

Helt at eg skuldi lí­ka leggja tað afturat, eftir sum ikki allir vóru á fundinum smiley



Send Private Message
Jump to Forum:
Back to front page