March 28 2024 13:34:05
News Photos Forum Search Contact History Linkbox Calendar
 
Forum Threads
Newest Threads
AI discussion
Starship orbital lau...
Besti ella størsti ...
Covers that Rock
Good music that peop...
UFO incidents
Great live performances
Guitar playing on Yo...
Moloch
Top 10 Faroese Guita...
Linkbox
Newest Links
Coffee drinkers have... (0)
‘Dune 2’ Will ... (0)
Skiing in Europe as ... (0)
Marius Ziska go Før... (0)
Why Japan is Hollowi... (0)
Dealing In Construction (0)
Who would you pick t... (6)
Lets hope they can k... (0)
Inside The World's B... (1)
Stephen Hendry and R... (4)
Random Photo
Ólavsøkugaraguparty X
Ólavsøkugaraguparty X
Various pictures by Jogvanth

Member Poll
How much do you think you current job will be affected by A.I., within the next 10 years?

Not at all

Slightly

Moderately

Significantly

Don't know

You must login to vote.
Áhugafelag fyri spøl
News by YutaniÆtlanin er at stovna eitt áhugafelag fyri brettspøl, rolluspøl og serkortsspøl í Føroyum. Stovnandi aðalfundur verður í Losjuni á Tinghúsvegnum (niðastu hædd) í Tórshavn sunnudagin 4. februar 2007 kl. 14.00.

Øll spæliáhugaði eru vælkomin. Eftir fundin verður møguleiki at spæla spøl.

Tit mugu gjarna geva boðini víðari til fólk tit kenna.
Comments
Boddin on January 25 2007 19:30:39
Losjuni well there was a surprise.
Roffen on January 25 2007 23:04:17
Hava tit sent tí­ðindaskriva til bløðini og kanska eisini til onkrar heimasí­ður ? so sum Vikublaðið ella Portalin ?

Men tit kunnu rokna ivð at eg verið har!
Jogvanth on January 26 2007 09:55:27
Vit hava ikki sent tað til bløðini. Enn hava vit bert yvurlatið boðini til Gongumenn.com, Vinir.net og junglutrummurnar.

Uppskot til reglugerð fyri felagið er lagt á forumið.
Jogvanth on January 30 2007 11:28:00
Vegna nógvar nýggjar threads í­ forum havi eg lagt uppskot til reglugerð her eisini:

Viðtøkur felagsins:



§1: Endamál felagsins
Stk. 1: Endamálið við felagnum er: at samla brettspæl-, rolluspæl- og serkortspælsáhugaði í­ einum felagi fyri at røkja felags áhugamál, at arbeiða fyri samskipan kring landið, at skipa fyri felagstiltøkum og kappingum.
Stk. 2: Navn felagsins er Elysium.
Stk. 3 Felagið er stovnað tann 00. 00. 0000.(Fyrsti aðalfundur)
Stk. 4: Felagið hevur skrivstovu í­ Tórshavn.
Stk. 5: Felagið skal við sí­num endamáli, ikki hava handilslig áhugamál, við vinningi fyri eygað.
Stk. 6: Felagið skal ví­sa seg sum eina góða fyrimynd fyri spæliáhugaði.
Stk. 7: Felagið leggur seg eftir at halda galdandi lógir og reglur í­ samband við felagstiltøk.





§2: Limaskapur
Stk. 1: Tey, sum kunnu gerast limir, eru einkultpersónar í­ hava fylt 16 ár ella eldri, ið stuðla endamálinum hjá felagnum.
Stk. 2: Um tað eru 25 limir á sama økið, skullu stig takast til at stovna lokalfelag.
Stk. 3: Nevndin kann strika ein lim – eisini ein nevndarlim – hjá felagnum um fleirtal er fyri hesum, um tað er ví­st, at hesin hevur brotið seg í­móti felagnum ella hevur ví­st ikki í­tróttarligan, ósømiligan ella óvinarligan atburð. Nevndin skal kæra avgerðina til fyrstkomna aðalfund, um avgerðin er endalig.
Stk. 4: Limaskapur er galdandi, tá limagjaldið er goldið.
Stk. 5: Navn og adressa skal verða skrivað í­ limasavn felagsins.
Stk. 6: Limagjaldið er at rokna frá 1. januar til 31. desembur.
Stk. 7: Limagjaldið verður fastlagt á aðalfundinum og verður kravt einaferð árliga innan 1 mai. Um limagjaldið ikki er goldið, tá ið freistin er farin, verður limurin hví­landi limur, og fær ikki
lut í­ tænastum felagsins og hevur ikki atkvøðurætt á aðalfundi. Hevur hví­landi limurin ikki goldið
innan 1 ár, verður limurin strikaður, og eitt eyka tekningargjald verður kravt, tá ið limurin verður uppafturtikin í­ felagið.
Stk. 8: Upphæddin á tekningargjaldinum verður fastløgd á aðalfundinum.
Stk. 9: Fyri at siga seg burtur úr felagnum kann hetta gerast skrivliga pr. 31. desembur.


§3: Aðalfundur felagsins

Stk. 1: Hægsti myndugleiki í­ felagnum er aðalfundurin, sum verður hvørt ár í­ septembur mánaði.
Stk. 2: Nevndin kallar inn til ársaðalfund við brævi ella við lýsing í­ tí­ðindabløðum seinast 14 dagar áðrenn fundin. Lýsingin skal innihalda dagsskránna.
Stk. 3: Dagsskráin til vanligar ársaðalfundir:

1. Val av orðstýrara og skrivara.

2. Val av atkvøðuteljara og staðfesting av gyldigum atkvøðurættum.

3. Staðfesting um fundurin er viðtøkuførur.

4. Frágreiðing formansins.

5. Staðfesting av striking av limum.

6. Leggja fram roknskap til góðkenningar.

7. Innkomin uppskot.

8. Fastleggja limagjald og tekningargjald.

9. Val av nevndarlimum.

10. Val av ymiskum bólkum (webmaster/blað)

11. Val av grannskoðara.

12. Ymiskt

Stk. 4: Uppskot, ið ynskjast viðgjørd á aðalfundinum, mugu vera formanninum í­ hendi seinast 8 dagar áðrenn ársaðalfundin.
Stk. 5: Ongin limur hevur atkvøðurætt fyrr enn viðkomandi er fyltir 18 ár.
Stk. 6: í aðalfundinum hevur hvør limur 1 atkvøðu.
Stk. 7: Orðstýrarin avgerð um aðalfundurin er lógliga fráboðaður og viðtøkuførur. Orðstýrarin avgerð, hvussu atkvøðast skal, men um ein limur ynskir at atkvøðast skal skriftliga, verður hetta gjørt.
Stk. 8: Broytingar til viðtøkunar kunnu gerast á ársaðalfundinum við 75% fleirtal av teimum uppmøttu limunum við atkvøðurætti.
Stk. 9: Allar avgerðir verða tiknar við fleirtali. Við atkvøðu javnleik fellur uppskotið burtur.
Stk. 10: Aðalfundurin er viðtøkuførur um 10 atkvøðubærir limir møta.

§4: Eykaaðalfundur
Stk. 1: Eykaaðalfundur kann einans haldast, um ein meirluti í­ nevndini ynskir hetta, ella 20% av limunum skriftliga ynskja hetta.
Stk. 2. Kravt verður, at teir limir, sum hava
innkallað til eykaaðalfund, hava eitt framsøgufólk.
Stk. 3: Innkallað verður sum í­ Â§ 3.

§5: Nevnd felagsins
Stk. 1: í aðalfundinum velja limir eina nevnd og ein granskoðara.
Stk. 2: Nevndin skal hava 5 limir. Av hesum skulu, so ví­tt møguligt, vera eitt umboð fyri brettspælarar, eitt fyri rolluspælarar og eitt fyri serkortsáhugaðið.
Stk. 3: Nevndin skipar seg sjálva á fyrsta nevndarfundi eftir aðalfundin, og verða valdir í­ nevndarsessin fyri eitt 1 ára skeið
Stk. 4: Nevndarlimir mugu verða fyltir 18 ár.
Stk. 5: Nevndin er viðtøkufør, tá ið minst 2 nevndarlimir og formaðurin eru til staðar, ella 4 nevndarlimir.
Stk. 6: Felagið verður teknað av formanninum og 4 nevndarlimun.
Stk. 7: Formaðurin ella 2 nevndarlimir innkalla til nevndarfund, eftir tørvi.
Stk. 10: Avgerðir verða tiknar við fleirtali.
Stk. 12: Gerðabók verður skrivað, og møguligur minniluti kann krevja at fáa teirra meining í­ fundarfrásøgnina.
Stk. 13: Nevndin hevur ábyrgd av tí­ dagligu leiðsluni av felagnum, samb. viðtøkunum.
Stk. 14: Eingin í­ nevndini kann nýta felagið til handilslig endamál, við egnum vinningi fyri eygað.



§6: Fí­ggjarviðurskiftir

Stk. 1: Fyri at halda útreiðslur felagsins, ásetur aðalfundurin tað árliga limagjaldið.
Stk. 2: Nevndin ásetur eitt innlimingargjald í­ skal góðkennast á aðalfundi.
Stk. 3: Nevndin stovnar neyðugar konti til felagsins tørv.
Stk. 4: Nevndin kann til eina og hvørja tí­ð gera kassaeftirlit.
Stk. 5: Við keyp og sølu av fastogn, ella við lántøku í­ munandi bindur felagið fí­ggjarliga, krevst aðalfundarsamtykt.
Stk. 6: Roknskaparárið er frá 1. januar til 31. desember.
Stk. 7: Kassameistarin førir limasavn, krevur limagjald v.m. og avroknar. Kassameistarin førir leypandi rakstrarrokniskap og ger ein ársrokniskap. Grannskoðarin kannar ársrokniskapin. Kassameistarin leggur rokniskapin fram til góðkenningar á ársaðalfundinum.
Stk. 8: Grannskoðaður roknskapur skal verða greitt uppsettur.
Stk. 9: Felagið bindir seg við undirskrift frá formanninum og kassameistaranum. Fyri at røkja tann dagliga raksturin av felagnum kunnu nevndarlimir í­ samráð við kassameistaranum geva álí­tandi limum fullmakt viðv. konti í­ peningastovnum, og eisini at kvitta fyri inngangandi peningi og lí­knandi.
Stk. 10: Felagið heftir bert fyri sí­nar skyldur við tí­ í­ felagnum til eina og hvørja tí­ð verandi ognir.
Stk. 11: Tað liggur ikki á limum felagsins ella nevnd nøkur persónlig hefting.


§7: Arbeiðsbólkar

Stk. 1: Møguligir arbeiðsbólkar skulu mannast av minst 3 fólkum.
Stk. 2: Møguligar útreiðslur av arbeiðsbólkum, skulu góðkennast av nevndini, áðrenn goldið verður.


§8: Avtøka

Stk. 1: Avtøka av felagnum kann bert gerast, um nevndin framleggur hetta á ársaðalfundinum, og hetta uppskotið verður viðtikið við minst 85% av teimum givnu atkvøðunum.
Stk. 2: Við avtøku av felagnum, avgerð aðalfundurin, hvussu møguligar ognir skulu avhendast, tó skal hetta vera til eitthvørt vælgerandi endamál.



Soleiðis viðtikið á stovnandi aðalfundi tann _____-____-________.
Post Comment
Please Login to Post a Comment.
Ratings
Rating is available to Members only.

Please login or register to vote.

No Ratings have been Posted.
Login
Username

Password



Forgotten your password?
Request a new one here.
Last Seen Users
Boddin11:59:35
Spiff15:54:28
OKJones 1 day
Norlander 1 day
Vuzman 5 days
Grizlas 1 week
Laluu 2 weeks
Vester 3 weeks
Aliennizer 4 weeks
fjallsbak 6 weeks
Obituaries
You must login to post a message.

Grizlas
24/12/2023 15:06
Gleðilig jól

Norlander
24/12/2023 10:09
Gleðilig jól!

Norlander
29/10/2023 19:16
:/

Grizlas
29/10/2023 11:35
RIP Matthew Perry.

Norlander
25/08/2023 19:22
That's not from the chess scene, it's Omar to Wee Bay, 2 mins into this clip: https://www.youtube.com/w
atch?v=LF0Xt6b525E


Vuzman
25/08/2023 18:11
That chess scene is forever seared into my memory...

Norlander
24/08/2023 20:03
You quoting the Wire, wow smiley

Vuzman
24/08/2023 08:56
You come at the king, you best not miss... RIP Prigozhin

OKJones
10/08/2023 21:29
the search function doesn't work, it doesn't show what it finds

Vuzman
10/08/2023 16:34
RIP Sugar Man