Marius Ziska og Føroya Symfoniorkestur

Marius Ziska og Føroya symfoniorkestur
09-04-2023

‘Floymandi nærvera’ er partur av 40-ára føðingardagsfagnaðinum hjá Symfoniorkestrinum og Norðurlandahúsinum, sum var í Norðurlandahúsinum 10. og 11. februar 2023.

Í sambandi við konsertina framleiðir forlagið Sprotin eina serliga skrá. Skráin rúmar forteljing um sangskrivaran og tónleikararan Hans Marius Ziska og um teksthøvundin Hans Jacob Kollslíð. Tekstirnir hjá Hans Jacob Kollslíð eru at finna í skránni, og eisini eru løg við nótum og akkordum hjá Mariusi Ziska.

Atli K. Petersen, Magnus Johannesen og Tróndur Bogason hava útsett tónleikin hjá Mariusi Ziska fyri symfoniorkestur. Teir eru allir arrangørar við hollum royndum og teljast millum teir bestu, vit eiga.

Danin Kent Olsen ljóðblandar hesar tónleikaverðir. Umframt, at Kent er fastur ljóðmaður hjá Mariusi Ziska, tá ið teir spæla í Danmark, so hevur hann drúgvar royndir at gera ljóð í samansjóðingini av rútmiskum og klassiskum orkestrum.

Súni Joensen er ljóssniðgevi, og ljósparturin er sniðgivin niður í minstu detalju eins og alt annað á konsertini.

Bernharður Wilkinson stjórnar orkestrunum.

Marius Ziska og Føroya Symfoniorkestur

Floymandi nærvera er partur av 40-ára føðingardagsfagnaðinum hjá Symfoniorkestrinum og Norðurlandahúsinum, sum var í Norðurlandahúsinum 10. og 11. februar 2023.

Atli K. Petersen, Magnus Johannesen og Tróndur Bogason hava útsett tónleikin hjá Mariusi Ziska fyri symfoniorkestur. Bernharður Wilkinson stjórnar orkestrunum.